SAMKOMAN  MIZPA

Samkoman Mizpa, Eiði
Samkoman Mizpa, Eiði
Loading the page...

Bróður Nikolas á vitjan

Bróður Nikolas vitjar okkum í Mizpa

Týskvøldið 16. juli kl. 20.00

Drekka verður aftaná.

 

Bróður Nikolas vitjaði Føroyar á fyrsta sinni í 1973. Í dag virkar hann fyri Harran í Kuba  ......

Les meira ...

Zarepta bilurin

Nú summar legurnar eru byrjaðar í Zarepta er tørvur á mati til legurnar.

 

Zarepta bilurin er á Eiði fylgjandi týsdagar:

16. july, 30. July og 13.august

Vørðan má verða latin inn í Mizpa innan kl. 12.

 

Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”til køkin”.

Komandi 3 mánaðirnar fara vit á seinna møtinum sunnudag kl. 12, um Gud vil, at gjøgnumganga Fyrra bræv Pæturs.

 

Teir, sum fara at undirvísa, eru Óli Wolles, Jóannes Mørkøre, Jón Jacobsen og Robert Gutke.

Møtiætlan fyri juli, august og september

Les meira ...

Nýtt frá Jóhannes Frans og Nurimar

19. jun. 2019:

Kæru náði syskin!

Tá eg heilsi uppá fólk her í landinum og man spyr hvussu ein hevur tað? So er svarið ofta soleiðis frá trúgvandi fólki. “Va mal pero estamos bien” “Tað gongst illa, men eg havi tað gott”. Meint soleiðis, at lívið er trupult og strævið, ringt at fáa endarnar at røkka saman, men samstundis sum tað tímiliga er dapurt, so havi eg tað gott andaliga í Gudi mínum.

Fil 4: 4-7 Sigur tað so gott.  Gleðist í Harranum, altíð.  Eg skal ikki stúra ...les meira

 

21. des. 2018:

Stutt grein

Í menniskjum góður tokki

Hesa tíðina, tá ið stundar til jóla, hoyra vit á hvørjum ári hesi signaðu og nógv sigandi orðini: ,,Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!” (Lukas 2:14). Ein alneyðug bøn og eitt gott ynski í hesum tíðum, vit liva! Frálíka tiltakið Í menniskjum góður tokki hevur eisini verið framt kring landið seinastu árini – og aftur í ár – til gleði og gagn fyri mong!

 

Men tá ið vit hugsa um innihaldið í hesum skriftorði og samanhangið millum orðini dýrd, frið og góðan tokka, er tað áhugavert og hugvekjandi at lesa týðingina av hesum ørindi á øðrum málum og somuleiðis fótnotuna í týðing Jákup Dahls, sum sigur:

Les meira ...

Hoyr talur, ið hava verið í Mizpa

Nú ber til at hoyra talur, ið hava verið í Mizpa.

Ungdómsmøtini í Mizpa

Ungdómsmøtini í Mizpa eru byrja aftur!

 

Hvørt týskvøld frá kl. 20.00 - 22.00 er opið hús í Mizpa fyri tey í 5. flokki og uppeftir. Vit fara at syngja og hoyra eitt orð úr bíbliuni um Jesus.  Aftaná er spæl og drekka.

 

Kom og verð við og bjóða tínum vinum við!

 

Síggjast í Mizpa

 

JESUSI

GER TEG KLÁRAN AT MØTA

Hvørt

týskvøld

kl. 20.00

Hoyr talur, ið hava verið í Mizpa

Nú ber til at hoyra talur, ið hava verið í Mizpa.

Hoyr gjøgnumgongd av Fyrra brævi Pæturs:

 

Aðrar talur sum hava verið í Mizpa:

Sunnudagsskúlin

 

Sunnudagsskúlaskúli er hvønn sunnudag kl. 12.00

 

Børnini verða býtt upp í tríggjar flokkar:

Yngsti  flokkur: Undir skúlaaldur

Mittasti flokkur 1. - 3. flokk

Elsti flokkur:  Frá 4. flokki og uppeftir

 

Reglulig møtir

Sunnumorgun

Sunnumorgun

Sunnumorgun

Týskvøld

Hóskvøld

10:30 - 11.30

11:30 - 12:00

12.00 - 13:15

20:00

20:00

Morgunmøti v /Breyðbróting

Steðgur við drekka

Møti/Sunnudagsskúli

Ungdómsmøti

Bønarmøti

3. hvørt mikukvøld í mánaðinum er andakt í Korndalsbýlinum kl. 19.30

Samkoman Mizpa   I    Brekkuvegur 15   I    FO 470 Eiði    I    Faroe Islands

© 2018