SAMKOMAN  MIZPA

27. Juni:

Komandi 3 mánaðirnar fara vit á seinna møtinum sunnudag kl. 12, um Gud vil, at gjøgnumganga Fyrra bræv Pæturs.

 

Teir, sum fara at undirvísa, eru Óli Wolles, Jóannes Mørkøre, Jón Jacobsen og Robert Gutke.

 

D. A. Carson og Douglas J. Moo siga soleiðis um brævið: “Helst eingin onnur bók í nýggja testamenti er so gudfrøðilig sum Fyrra bræv Pæturs, um vit skilja hugtakið “gudfrøði” í orðsins sanna týdningi: læran um Gud.

 

Hagfrøðiliga nevnir brævið orðið “Gud” 39 ferðir, t.v.s. eina ferð fyri hvørji 43 orð. Bert tvær bøkur í N.T. nýta orðið ”Gud” umleið líka ofta:

Fyrsta bræv Jóhannesar, eina ferð fyri hvørji 34 orð og

Rómverjabrævið, eina ferð fyri hvørji 46 orð.

 

Nevndu hagtøl siga ikki alt, men geva okkum eina ábending um, at Gud verður nevndur óvanliga ofta í brævinum. Gud:

1) Er “hin livandi Gud” (1:23), 2) Hvørs vilji er og verður (2:15; 3:17),  3) Sum kennir síni frammanundan (1:2), 4) Hvørs orð verður í allar ævir (1:25). 5) Er Faðirin (1:2);  6) Er heilagur (1:15), 7) Dómari alra (4:5),  8) Trúfastur skapari (4:19). 9) Er Gud alrar náði (5:10).

 

Hugtakið “náði” kemur sanniliga mangan fyri í brævinum (10 ferðir).  Tað er av stóru náði Guds, at trúgvandi eru endurfødd til livandi vón (1:3).

 

Samkoman er tengd at Gudi á mangan hátt: Hon er “fólk Guds” (2:10), “hús Guds” (4:17), “fylgi Guds” (5:2) og limir hennara “tænarar Guds” (2:16).”

 

– D.A. Carson & Douglas J. Moo – An Introduction to the New Testament

 

Gjøgnumgongd av Fyrra brævi Pæturs

Til ber at hoyra talurnar av gjøgnumgongdini av 1. Pæt. brævi her

Samkoman Mizpa   I    Brekkuvegur 15   I    FO 470 Eiði    I    Faroe Islands

© 2018