Sunnudagsskúlin

Sunnudagsskúlin er sunnudag frá kl. 12:00-13:00.

 

Vit syngja kór og sangir og kanska læra onkrar nýggjar sangir. Vit syngja eisini fyri teimum, sum hava føðingardag ella høvdu føðingardag í vikuni, sum fór.

 

Ein av sunnudagsskúlalærarunum byrjar við bøn, og síðani verður farið i hvør sín flokk.

 

Í flokkunum verða børnini lærd sannleikarnar í Bíbliuni, og vit læra minnisvers. Hetta verður gjørt sum beinleiðis undirvísing ella sum frásøga bæði við og uttan myndir.

 

Vit  gera eisini okkurt kreativt.

 

Børnini verða býtt upp í tríggjar flokkar:

Yngsti  flokkur: Undir skúlaaldur

Mittasti flokkur: 1. - 3. flokk

Elsti flokkur: Frá 4. flokki og uppeftir

ì yngsta flokkinum kunnu foreldrini hugna sær við kaffi.

 

Ætlan er gjørd fyri, hvat børnini fara at læra hetta hálvárið, sum tú finnur undir “Sunnudagsskúlaskráin”. Sunnudagsskúlin í Mizpa brúkar tilfar frá Evangelisk Børnemission.

Komið í sunnudagsskúla, og bjóðið øðrum børnum við!

Samkoman Mizpa - Barnasíðan - Brekkugøta 15 - FO-470  Eiði - Faroe Islands