SAMKOMAN  MIZPA

Juli 2014:

Heilsan úr Venuzuela

Kæru brøður og systrar í Harranum.

 

Nú er eitt sindur síðani vit skrivaðu og vilja vit lata hoyra frá okkum.

Fyrru helvt av juli hava vit verið burtur í læknaørindum. Hesuferð ferðaðust vit til Puerto Ordaz, har sum høvuðskontórið hjá okkum er.  Koyrast skuldi eftur ringum landavegi við nógvum holum í og til tíðir á berum grúsi, tí asfaltið er slitið burtur.   Teir fyrstu 1000 km. sum vit koyrdu, vóru bert 3 benzinstøðir á vegnum, so tað ráddi um ikki at koyra forbí og halda væl standa til.

Vit høvdu gleðina av at hava systir Nurimar, Osmaru at vitja okkum.  Osmara skal byrja seinasta árið á missjónsskúlanum eftir summarfrítíðina.

Tað er altíð mangul uppá fólk til ymiskt her á miðstøðini. Eitt, sum vit takast við, tá ið vit eru her á staðnum, er at printa bøkur. Hesuferð hava vit printað tvær bøkur til trúboðaraarbeiðini, sum eru inni í skógini. Osmara kemur nokk at starvast á kontórinum og prentstøðini eftir at hon er liðug á skúlanum.

Húsini hjá okkum eru nú so sum liðug og eru vit flutt inn. Vit eru virkuliga glað og takksom til Harranum og tykkum øll, sum hava verið so ágrítin í at stuðla okkum. Enn manglar køkur og ymiskt, men tað klára vit  at vera fyri uttan í eina tíð.

 Í Septembur mánaða  koma foreldrini Margit og Hans Jacob Poulsen yvir at vitja okkum. Vit eru heilt spent uppá vitjanina og verður hjálpin eisini kærkomin til alt tað ymiska, sum enn er at gera við húsið.

Tá vit bygdu húsini, valdu vit at steðga eitt bil við bíbliulæru fyri at fáa húsini liðug og kunna flyta inn.  Nú eru vit so byrjaði aftur við Efesus brævinum.

Mateo og Moreno eru mennirnir, sum hjálpa mær við læruni. Ynski er, at sum vit koma eittsindur longur, so skulu hesir báðir taka yvir við læruni og eg bert hjálpa teimum áleiðis. Mateo er er rættuliga góður lærari og hevur bert brúk fyri lítlari hjálp. Moreno má enn fáa hjálp, men er eisini komin væl á veg.  Vit takka Harranum fyri hesar brøður.

 

Takk til  tykkum øll, sum standa saman við okkum í verkinum ímillum Yanomami fólkið. Nógv er enn at gera og arbeiðsmennirnir fáir.  Havið okkum framvegis í bønum tykkara. Tað hevur nógv at týða fyri okkum, at tit biðja og bera okkum fram fyri okkara heilaga og eina Gud  sum er verdur at biðja til.

 

Kærastu heilsur.

Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen

 

Sí fleiri tíðindaskriv frá Johs. Frans og Nurimar

Lesið tíðindaskriv frá Johs. Frans og Nurimar niðanfyri við at trýsta á reyða knøttin

Samkoman Mizpa   I    Brekkuvegur 15   I    FO 470 Eiði    I    Faroe Islands