SAMKOMAN  MIZPA

Tíðindaskriv frá Nurimar og Jóhannus Frants

Juli 2016

Seinast í Mai og fyrst í Juni vóru vit bjóðaði til at luttaka á tveimum trúboðarastevnum.  Bíbiulskúlin hjá okkum, sum hevði sína árliga trúboðara stevnu. Og so eisini fyrst í Juni, tá ið vit vitjaðu hin skúlan, sum liggur 6 tímar longur vesturi, heilt upp í móti Kolumbianska markinum.  Hesin seinri skúlin er júst byrjaður at hava sínar árligu trúboðarastevnur, og eru vit glað og takksom fyri at hava høvið at verið við og lutikið um misjón.

 

Eftir longri tíð og við nógvari bøn og umhugsan, hava vit nú tikið endaligu avgerð at flyta okkum í tænastuni. Eftir seytjan ár í tænastu og við nær tilknýti til Yanomami fólkið, so hevur hendan avgerðin drigið nógv út og verið heilt torfør at sett dato á.  Saman við Misjónini, leiðslunum í okkara heimasamkomum og Yanomami toyminum, so eru vit komin ásamt um, at vit skulu forseta í tænastuni á misjónsstøðini.

Vit eru spent uppá hesa nýggju tænastu, sum Harrin hevur sett fyri okkum. Men eisini við blandaðum kenslum,  er tað, at vit nú vit flyta longur burt frá hesum Yanomami fólkum, sum eru knýtt føst í hjørtum okkara.

 

 

Prentsmiðjan hjá misjónini hevur ikki staðið tørn tey seinastu 2 árini. Eingin hevur verið fast knýttur at arbeiðinum í longri tíð og eru nógvar bíleggjingar á laguri. Í fyrstu atløgu koma vit at hjálpa til á smiðjuni. Og so tá ið minni er at gera,  kemur Nurimar nokk  partvís at gera kontórarbeiði eisini. Fyri 10 árum síðani starvaðist Nurimar á kontórinum her á miðstøðini.  Toymið á miðstøðini hevur verið rættuliga skjert í seinastuni og tíðskil koma uppgávurnar eisini at vera ymiskar og fjølbroyttar, sum nú tørvur er á.

Vit eru glað í hesi nýggju tænastu og ynskja bert at Harrin fram um alt skal vera ærdur við lívum okkara, her í okkara nýggju tænastu.

 

 

Eftir tíggju ár í frástøðu, flyta nú tvær familjur inn aftur í Shiriana ættina. 15 Juni fara mennirnir inn í ættina saman við einum toymi at byggja húsini og so í Juli mána flyta familjurnar eisini inn í ættina at búgva. Vit takka Harranum fyri, at hetta nú aftur letur seg gera, at trúboðara kunnu flyta inn aftur í onkran ættarbólk. Shiriana fólkið hevur ongantíð hoyrt evangeliið fyrr og er hetta tí av sonnum gleðiligt.  Biðið fyri familjunum Alamo og López, sum nú  fara í hálvt við at læra hetta fremanda málið og mentan, fyri síðani at kunna geva hesum fólkum Orð Guds.

 

Jóhannus skuldi vera við toyminum, til at byggja húsini, men orsaka av truplu støðu landsins og vanda, so er støða tikin til, at  Jóhannus sum útlendingur, ikki skuldi fara inn við toyminum á hesum sinni.

 

Trupla støðan í landinum versnar í heilum. Fólkið hevur tað rættuliga ringt, nú peningurin ikki strekkir til og eisini mangul er uppá vanligu matvøruna. Politiska støðan er nú eisini heilt vánalig. Gamla stýrið, sum tapti politiska mynduleikan, vil ikki sleppa sínum valdi og er tískil nógvur ruðuleiki og ófríður. Vit biða at Harrin vil hava náði yvir hetta land og fólk.

 

Vit takka Harranum fyri tykkum øll, sum stuðla okkum so trúliga og lyfta okkum fram fyri Gud í bønum tykkara.  Vit gleðast og eru takksom fyri tykkum.

-Støðan í landinum er nú hættislig og vilja vit tí eisini biða tykkum um enn meira forbøn í hesi næstu framtíð. Harrin signi tykkum øll.

 

Vinarliga

 

Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen

 

 

 

Nurimar á prentsmiðuni

 

Familjurnar López og Alamo

Sí fleiri tíðindaskriv frá Johs. Frans og Nurimar

Lesið tíðindaskriv frá Johs. Frans og Nurimar niðanfyri við at trýsta á reyða knøttin

Samkoman Mizpa   I    Brekkuvegur 15   I    FO 470 Eiði    I    Faroe Islands

© 2018