SAMKOMAN  MIZPA

Nýtt frá Juvel 19. september 2014

Kunningin frá ferðingini í Grønlandi í summar hevur tíverri ikki verið eins góð sum ífjør, men sum kunnugt, so er misjavnt sum fólk eru fyri at skriva.

 

Var sjálvur har yviri frá 26. aug. til 10. sept. og førdi skipið á ferðini úr Qaqortoq (Julianehåb) í Suðurvesturgrønalndi til Kulusuk í Eysturgrønlandi og vitjaðu vit tey pláss, ið eru har á leiðini.

Vestanfyri vitjaðu vit býirnar og bygdirnar, Qaqortoq, Eqaluit, Qanissartut, Alluitip-Paa (Sydprøven), Ammassavig (Sletten), Nanortalik, Tassiusaq og seinast Frederiksdal, ið er sunnasta bygdin í Grønlandi.

 

Eisini vitjaðu vit leguhúsið innanfyri Qaqortotq og kundi gleðast um frálíka góðu húsini, eitt satt vælaverk, ið er ein sera góður karmur um summarlegurnar fyri børn og ung.

 

Síðani varð siglt til eysturgrønlands ígjøgnum Prins Christian Sund,  – har vitjaðu vit einastu bygdina í sundinum, nevnd Appilatoq, fyri síðani at halda leiðina fram til Kulusuk í eysturgrønlandi.

Í bygdini Appilatoq varð ætlanin at steðga 1 dag, men um náttina øtlaði hann veðrið so mikið, so avgjørt varð at bíða við fráferðini til dagin eftir og hetta gav høvi til enn eitt evangeliskt møti. Hetta kvøldið bað ein maður um samtalu, tí hann hevði verið tyngdur av ymiskum og hevði drigist við ætlanir um at taka sítt egna lív (hann játtaði seg sum trúgvandi). Hann fór lívgaður ílandi aftur eftir vitjanina umborð og samtalu við Óla og Sámal, ið er ein frálíkur tolkur.

 

Fleiri grønlendingar doyggja tíverri fyri egnari hond og Páll Poulsen nevndi, at stutta tíðarskeiðið síðani 1. juli íár eru 8 deyð á henda hátt í Julianehåb, har uml. 3.000 fólk búleikast, so mong liva í myrkri- og vónloysi.

 

Orsaka av ruskveðri seinasta vikuskifti eydanðist ikki at vitja allar tær 4 bygdirnar har á leiðini, – bert Kulusuk og Kimiut, umframt býin Tassilaq (Ammassalik), - áðrenn heimferðina...

At Óli kennir so mong menniskju har yviri og hevur so stórt álit millum teirra hjálpir sera væl um at náa menniskju.

 

Á flestu plássum varð steðgað á einar tveir dagar, soleiðis at 2 møtir kundu verða hildin og vitjað húsini við innbjóðing. Samanumtikið taka grønlendingar væl ímóti okkum, tó eru tey meiri varin har suðuri á leiðini og biðja ikki so ofta um samtalur, sum tey, ið búleikast longur norðuri.

 

Tað hevur gingið væl í summar, ferðin varð longd til at røkka heilt norður til Ummanaq økið og fleir eru komin at kenna Harran og nøkur eru endurnýggjað, lívgað- og uppbygd. Præd. kap. 11, ørindini 1 og 6.

 

Harrin hevur signað verkið og kenna vit Hansara leiðslu og varðveitslu. Hann hevur eisini útvegað okkum so mikið av fólki, ið tørvur hevur verið á í summar og gleðiligt er, at so mong hava nýtt sína tíð í hesum verkið, og fleiri nú í mong ár. 1. Kor. 15,58

 

“Juvel II” er nú áveg heim og verður væntandi á Klaksvík seinrapartin sunnudagin 21. sept.

 

Latið okkum áhaldandi biðja fyri verkinum í Grønlandi, bæði millum børn og vaksin.

 

Heilsan

 

v. Sjálvsognarstovnin Juvel II

Samkoman Mizpa   I    Brekkuvegur 15   I    FO 470 Eiði    I    Faroe Islands