Okkara trúboðarar

Venuzuela:

Jóhannus Frants og Nurimar P. Poulsen

Nurimar er frá Venezuela. Hon er uppvaksin í einum lítlum býi sum eitur Plan Bonito (tann vakri slættin á føroyskum). Hon hevur tríggjar yngri systrar. Foreldrini hava verið samkomuleiðarar síðan Nurimar var fødd, og hevur hon soleiðis havt møguleika at vaksa upp í eini trúgvandi familju. Sjálv kom Nurimar til trúgv á heilt ungum árum og hevur altíð verið væl innlimað í samkomu og samkomulív. Papi Nurimar er stovnari av bíbliuskúlanum IKAM, sum Nurimar eisini bleiv næmingur á í 2 ár. Seinri bleiv Nurimar eisini áhugað í arbeiðinum ímillum ættarbólkarnar. Nurimar fór so á bíbliuskúlan hjá NTM í Venezuela. Ynski var altíð at sleppa at virka sum trúboðari í Brazil. Men innferðarloyvið bleiv ongantíð givið. Samstundis arbeiddi Nurimar á kontórinum hjá missónini NTM, og so síðani hjá SADI, sum tey nú arbeiða saman við.

      Jóhannus Frants er uppvaksin á Eiði. Foreldrini eru Margit og Hans Jacob Poulsen. Systirin er Helfrid Poulsen gift við Helga Ingibjørnson. Jóhannus Frants kom til trúgv á Harran sum 15 ára gamal. Mizpa bleiv hansara andaliga heim. Sum 18-19 ára gamal bleiv hann andaliga vaktur, og fór síðani á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi, har Harrin so eisini kallaði hann til andaligt verk. Eftir lokna skúlagongd hjá NTM í Onglandi, og USA, fór hann sum trúboðari til Venezuela í 1997. Í 1998 byrjaði hann so at virka ímillum Yanomami fólkið.

      Eftir at tey giftust í 2009 fluttu tey til býin Puerto Ayacucho, fyri at virka ímillum Yanomami fólkið, sum kemur inn til býin. Møguleiki er ikki at verða inni í ættarbólkinum av politiskum orsøkum og eru tey tí í býnum.

     Dagliga fæst Nurimar við at hjálpa skúlanæmingunum við skúlatingum og at læra tey meira spanskt. Jóhannes Frants er meira upptikin við at hava bíbliulæru og lærusveinaarbeiði. Ynski er, at fólkið sum kemur inn til býin kann fáa andaliga og tímiliga hjálp, og tá ið so tíðin er at fara heim  aftur, kunnu tey vera væl fyri bæði tímiliga og andaliga og soleiðis eisini gerast góðir stuðlar í heimasamkomuni.

Sí fleiri tíðindaskriv frá Johs. Frans og Nurimar

Lesið tíðindaskriv frá Johs. Frans og Nurimar niðanfyri við at trýsta á reyða knøttin

Gev eina gávu

Um tygum ynskja at geva samkomuni ella einum trúðboða eina gávu, eru tygum vælkomin til tað.

Tygum kunnu flyta pening til samkomuna/trúðboða frá tygara egna peningastovni, við at flyta peningin á hesa kontu í Eik banka:

Regnr.: 9181  Konto nr.: 187.843.5

 

Minst til at gera eina viðmerking til móttakaran, um gávan er ætlað til eitt ávíst endamál.

 

Áp. 20:35

”Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: "Sælari er at geva enn at fáa.""

Samkoman Mizpa   I    Brekkuvegur 15   I    FO-470 Eiði    I    Faroe Islands