ANDALIGAr GREINAR

Bið áðrenn freistingina

"... biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!" Matt. 26,41

Tú kanst sýna besta "pokerandlitið" fram í royndini at sannføra onnur um, at tað gongst betur, enn tað ger, men innast inni kennir tú sjálvur tey økini, har tú oftast verður freistaður og snávar. Onnur kunnu geva tær toppkarakterir, men frá tær sjálvum fært tú dumpikarakter. Og sum tað hendir aftur og aftur, fert tú at hugsa: "Hvat er meiningin í at biðja Gud um fyrigeving? Eg endurtaki bara somu syndirnar umaftur og umaftur og skal aftur at biðja hann um fyrigeving."

Ein loysn finst. Jesus segði við lærisveinarnar: "Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting!" (Matt. 26,41) Við øðrum orðum: Bið, áðrenn freistingin kemur, og so verður tú styrktur og útgjørdur til at megna tað.

"Men eg havi biðið!" svarar tú kanska. So vaks um skamtin og bið meir!

Áðrenn Jesus stillaði stormin á vatninum, var hann alla náttina í bøn. Sløkk sjónvarpið, telduna, snildfonina og annað samband úteftir og brúka tíð saman við Gudi.

Hvat merkti tað, tá ið 'tey gomlu' tosaðu um at "biðja ígjøgnum"? Bara hetta: Tú kanst koma hagartil í bøn, at tú 'veitst', at Gud hevur givið tær ta styrki, tú hevur fyri neyðini, og at sigurin er vunnin. Paulus sigur: "Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!" (Hebr. 4,16)

Hvørjum hevur tú tørv á, tá ið tú heldur á at snáva? Guds náðiríku fyrigeving – og hansara hjálp at sigra á freistingini.

So bið, áðrenn freistingin kemur, og Gud fer at gera teg til ein sigrara.

"et Ord til Dagen" 1. februar 2020
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira