ANDALIGAr GREINAR

Hevur tú biðið um tað?

“... vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga ...” 2. Kor. 4,18

Gud hevur ikki gjørt bøn trupla ella fløkjaliga, men púra einfalda. Sannleikin er, at nógv okkara biðja oftari, enn vit vita sjálv. Og vit hava eitt virknari og betur eydnað bønarlív, enn vit eru greið yvir.

Men tvørleikin er, at vit ikki altíð varnast, at vit biðja. Tað er, tí at vit hava fingið skeiva fatan av tí. Vit hava fingið at vita, at bøn krevur serligt umhvørvi sum eina kirkju ella ein møtisal, serstakan kropsburð sum at leggja okkum á knæ ella ávíst orðalag sum “Faðir” og “latum”, og at vit mugu halda ávís ritual. Men nei, bøn er bara at tosa við Gud, síðan vera kvirr og lata hann tala til tín. Tú kanst bðja nær sum helst og hvar sum helst og um hvat sum helst – bara við at rætta tankar tínar, sagdar og ósagdar, móti Gudi. Paulus skrivar: “... við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.”

Ímynda tær, at allar Guds signingar og gávur eru í eini veldigari goymslu í ósjónliga heminum; slíkt sum fyrigeving, styrki, vísdómur, vegleiðing, góðvild og tilfeingi. Gjøgnum bøn fert tú inn á Guds goymslu av signingum, og við trúgv tekur tú ímóti teimum og tekur tær við tær aftur út í lívið.

Bíblian sigur, at tú hevur ikki, tí tú biður ikki um tað. (Ják. 4,2) Hvørjum tú so hevur brúk fyri í dag, so bið Gud um tað – og trúgv, at hann fer at geva tær tað. Jesus segði: “Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!” (Jóh. 15,7) Hevur tú biðið um tað?

"... et Ord til Dagen"
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira