ANDALIGAr GREINAR

Í menniskjum góður tokki

Hesa tíðina, tá ið stundar til jóla, hoyra vit á hvørjum ári hesi signaðu og nógv sigandi orðini: ,,Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!” (Lukas 2:14). Ein alneyðug bøn og eitt gott ynski í hesum tíðum, vit liva! Frálíka tiltakið Í menniskjum góður tokki hevur eisini verið framt kring landið seinastu árini – og aftur í ár – til gleði og gagn fyri mong!

Men tá ið vit hugsa um innihaldið í hesum skriftorði og samanhangið millum orðini dýrd, frið og góðan tokka, er tað áhugavert og hugvekjandi at lesa týðingina av hesum ørindi á øðrum málum og somuleiðis fótnotuna í týðing Jákup Dahls, sum sigur:

,,Heiður veri Guði í hægsta himni, og friður á jørð í menniskjum, sum Guð hevur tokka til!”

Hetta gevur orðunum ein djúpari týdning, sum eisini samsvarar við gleðiboðskapin og alt Nýggja Testamenti! Í sambandi við føðing Harrans Jesusar kunnu vit spyrja: ,,Hvussu fekk Gud dýrd og heiður, hvussu kom friður til jarðar, og hvussuleiðis toknast vit Gudi?” Svarið er: ,,Ikki bert við sjálvari føðing Jesusar inn í mannaættina, so stórt, sum tað var, men við at hin einstaki í trúgv fagnar Frelsaranum sjálvum, sum føddur og krossfestur varð!”

Hvat merkja so hesi signaðu orðini í Lukasi 2:14?

Jú, Harrin Jesus kom av hægsta Himli niður til eina jørð í uppreistri móti Gudi! Hann kom við tilboði um frið og semju! Hetta tilboð fór at dýrmeta Gud, geva frið og veita góðan tokka í menniskjum. Tó, sum heild vrakaði menniskjað hetta tilboð og krossfesti Harran Jesus! Men hvørjum einstøkum, sum í trúgv tekur við frelsu- og friðartilboðnum, veitir Gud frið og góðan tokka, og Gud fær dýrd! Hetta kann bert sigast um hin einstaka og ikki um hina vantrúnu mannaættina sum heild, tí ,,uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Gudi” (Hebr. 11:6).

Vit vita, at í allar øldirnar, síðani Frelsarin varð føddur og til dagin í dag, hevur Gud ikki verið ærdur, eingin friður verið millum fólkasløgini og ikki góður tokki verið í menniskjum sum heild! Ja, í Lukasi 12:51 sigur Jesus enntá: ,,Halda tit, at Eg eri komin at geva frið á jørðini? Nei, sigi Eg tykkum – stríð.” Hetta stríð stendst av, at menniskjuni ikki vilja trúgva á hann! Síðan talar Jesus um deyða sín, sum hann kallar ,,dóp, ið hann mátti verða doyptur við” (ør. 50). Hetta var neyðugt, fyri at vit kundu fáa frið við Gud og vera tokkalig í eygum hansara. Heimurin vrakaði hann, sum vit lesa í Jóh. 1:11–12: ,,Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara.” Um hin einstaka, sum fagnar honum, verður sagt: ,,Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi” (Róm. 5:1).

Gævi hesi jól, at Gud fær dýrd, og friður verður á jørð í menniskjum, sum Gud hevur tokka til!

(Grein eftir Z. Z., ið stóð í Leirkerinum nr. 4–2011)

Bjóða hugsanarháttinum av

Tá ið tú kannar tíni mistøk, sært tú, at tað var hugsanarhátturin ta løtuna, sum var orsøkin, og tað er tí, tú ert noyddur til at halda á at bjóða tínum egnu hugsanum av.

Les meira

Statt fast á Guds orði

Um ein, tú elskar, sorar hjartað og svíkur álit títt, verður tú viðkvæmur.

Les meira

Brúka lovprísanarkraftina

Tað ber til at lovprísa Gudi alt ov lítið, men tú kanst ongantíð prísa honum ov nógv.

Les meira

Tornur Paulusar í holdið – og tín (3)

Paulus skrivar: "At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.

Les meira

Tornur Paulusar í holdið – og tín (2)

Bíblian sigur okkum ikki, hvat tornur Paulusar í holdið var, men Paulus sigur okkum, hví Gud loyvdi tí...

Les meira

Tornur Paulusar í holdið – og tín (1)

Tey bíbliukønu eru ikki samd um, hvat "tornurin" hjá Paulusi var.

Les meira

Um at menna tol

Er tað ikki áhugavert, at sum vit eldast, hava vit lyndi til at gerast tolnari – hóast vit hava minni tíð eftir? Hví man tað vera?

Les meira

Bíða eftir Guds tíðarætlan

Gud hevur eina ætlan fyri tínum lívi, sum krevur, at okkurt skal henda eina ávísa tíð.

Les meira

Títt guddómliga trygdarherlið

Á sama hátt, sum forsetin og forsætisráðharrin eru umgirdir av trygdarvørðum, eru Guds frelstu børn umgird av einglum...

Les meira

Tak ábyrgd – og vága

Í 1975 segði ein av lægru verkfrøðingunum hjá Hewlett-Packard, Steve Wozniak, sum eingin hevði hoyrt um, vinmanninum Steve Jobs frá síni hugsjón...

Les meira

Sig: "Gud signi teg"

Guds orð er á tremur við lívi, vísdómi, sannleika, kraft og møguleikum at mennast.

Les meira

Lat Gud siga tær, hvør tú ert!

Navnið Jabez merkir "pína og strev". Kanst tú ímynda tær at koma inn onkustaðni og hoyra fólk siga: "Har kemur hin strævni"...

Les meira