ANDALIGAr GREINAR

Liv eftir sannføringum tínum (2)

"... tann, ið dømir meg, er Harrin." 1. Kor. 4,4

Dániel varð noyddur til at gera av, um hann vildi vera ein, sum lagar seg, 'ein konformari' – ella ein, sum fær broytingar í lag, 'ein transformari'. Hvat er munurin?

Trýst stýrir tí konforma. Leggur tú nóg nógv trýst á hann, gevur hann eftir. Leggur tú nóg nógv trýst á, fer hann at royna rúsevni fyrstu ferð, drekkur fyrsta glasið og fer at gera tað, sum onnur gera.

Men støðufesti stýrir hinum transforma.

Tú sigur kanska: "Tað er sera krevjandi at liva soleiðis." Ja; og tað er sera verjandi. Gud veit betur enn vit, hvussu vit sleppa undan pínu, vónbroti og oyðilegging í lívinum. Av tí at hann sær greiðari, hvar vit kunnu fara útav, setur hann verjugarðin frammanfyri. Og tá ið vit fylgja hansara boðum og fyriskipanum, sleppa vit undan hjartasorg, fellum og ringum umdømi.

At sýta fyri at eta kjøtið frá kongi var ikki ein spurningur um mat, men um at geva seg undir Gud. Nú taka vit ikki undir við tankanum: 'Lat samvitskuna vera vegleiðara tín.' Samvitskan er ikki altíð ein góður vegleiðari. At tú ikki heldur okkurt vera skeivt, merkir ikki, at tú ikki eigur at halda tað vera skeivt. Samvitska tín kann vera skadd – og hon kann brennast. Bíblian talar um at vera "brennimerktir í síni egnu samvitsku." (1. Tim. 4,2)

Paulus skrivar: "Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin." (1. Kor. 4,4

Kortini er samvitskuspurningurin tann fyrsti, tú eigur at seta, tá ið truplar avgerðir skulu takast. Sjáldan tekur tú eina góða avgerð, um tú veitst, at hon fer at fáa samvitsku tína út í skuldarkenslu.

So liv eftir tínum sannføringum.

Úr "... et Ord til Dagen" 29. mars
(Erla Berghamar týddi)

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (3)


Gev tí gætur, sum fólk siga kring teg. Nógv teirra harmast um, at tey sleptu dreymunum á ungum árum ....

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum dreymi (2)

So er tað varandi útreiðslur. Vit vilja øll somul fegin hava tað, sum fólk við framgongd hava ...

Les meira

Kostnaðurin av Gudgivnum Dreymi (1)

Dreymur tín gongur ongantíð út, um tú ikki vilt gjalda tað, sum fylgir við ...

Les meira