MYNDIR

Sunnudagsskúlin í Mizpa hevði eitt Christmas Child tiltak 28. september. Vit byrjaðu við nøkrum sangum, síðani sóu vit tann nýggjasta filmin frá  Christmas Child 2014, sum var úr Rumenia. Aftaná hetta fóru vit í gongd við at pakka okkara egnu skógvaeskju - prýða hana við jólapappírið, skriva bræv at koyra í eskjuna o.s.v.

Sum tit síggja á myndinum, hugnaðu børnini sær óført við at klippa, klistra, prýða, pynta og koyra jólapappír rundanum skógvaeskjurnar.

No items found.