Teenstreet Life í Mizpa - 4.-8. aug 2020

Hvat?
4. - 8. august verður TEENSTREET í Mizpa á Eiði. Kom og ver við í hesum spennandi døgum, har vit fara at finna útav, hvat veruligt vinalag við Jesus merkir. Bíbliutímar, andaktir, Throneroom o.m.a. verða stroymað beinleiðis, og annað tilfar fæst á telefonini. Meira kunning á www.teenstreet.life

Hvør?
Ert tú millum 13 og 17 ár (árg. 2003-2007), kanst tú luttaka. Tað kostar bert 300 kr! Avsláttur á 100 kr verður givin fyri systkin. Ert tú 18 ár ella eldri, men hevur hug at vera við, kanst tú melda teg til sum hjálparfólk í ein ella fleiri dagar.

Hvussu?
Luttakarar kunnu tekna seg við at senda ein teldupost á: tilmelding.nu@gmail.com og upplýsa navn og teldupost, umframt navn, teldupost og tlf. nr. hjá øðrum foreldri/verja. Tilmeldingarfreistin er 25. juli!

Hjálparfólk kunnu tilmelda seg við at senda ein teldupost á tilmelding.nu@gmail.com og upplýsa navn og teldupost, umframt hvat ein ynskir at hjálpa við, ella ringja til Jacobinu Andreasen á tlf. 260115.