TÍÐINDI

15
Jul
2019

Bróður Nikolas á vitjan í Mizpa

Bróður Nikolas vitjar okkum í Mizpa

Týskvøldið 16. juli kl. 20.00  Drekka verður aftaná.

Bróður Nikolas vitjaði Føroyar á fyrsta sinni í 1973. Í dag virkar hann fyri Harran í Kuba.

Nikolas er ættaður og vaksin upp í komunistiska Eystur-Europa, og tað, sum var serligt við honum var, at hann virkaði í londum og støðum har bíbliur og evangeliið var ein brotsgerð undir kalda krígnum.  Tí var tað, at hann ferðaðist og virkaði undir dulnevni, fyri ikki beinleiðis at stilla seg út og í ringasta føri verða handtikin.

NÓGV Í FØROYUM
Hann vitjaði javnan í Føroyum upp ígjøgnum sjeytárini og nakað inn í áttatiárini, men seinastu nógvu árini hevur tað verið langt ímillum vitjaninar. Í mong ár hevur hann virkað á Kuba, har hann á hvørjum ári til jólar hevur sent eina jólaheilsan til vinir í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani varð hann raktur av kreft, og hann vitjaði í Føroyum eftir tað, men seinastu tíðina hevur man saknað at hoyra frá honum, og fleiri hava verið stúrin um hann.

TORDUR OG NIKOLAS
Tordur Niclasen, fyrrverandi løgtingsmaður, hevur vitjað á Kuba í januar mánað 2019 og hann fekk telefonnummarið hjá Nikolas, og tá hann ringdi var Bróður Nikolas í hinum endanum. Teir báðir avtalaðu at hittast, og Tordur skrivaði soleiðis av Kuba á sínum  facebookvanga um møti við Nikolas:“Tað var ein serlig løta at møta Bróður Nicolas í Havana. Leingi hava vit roynt at koma í samband við Nikolas uttan tað hevur eydnast. Hann mintist ferðirnar í Føroyum við gleði og takksemi og lat heilsa. Hann er framvegis virkin í verki Harrans. Hann hevur nógv at siga frá. Hetta var ein rík løta!”  skrivar Tordur Niclasen.

TELEFONNUMMARIÐ

Hjúnini Sigga og Ragnar Olsen Sundstein og Silvurlín og Jóan Magnus Rasmussen sum høvdu vitjað Tom Roberts á Bahama-oyggjunum, høvdu gjørt ein túr til Kuba, har tey gjørdu sær ómak at hitta Nikolas. Og tað var Ragnar, sum útvegaði Torduri telefonnummarið hjá Nikolas, tá hann hevði fingið tað upplýst frá Tom Roberts.

Sí PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Skráin í Mizpa 1. november 2020
Les meira
Møtir í Hólmahúsinum og innlating av skógvaeskjum til Christmas Child
Les meira
Nýtt tiltak fyri tannáringar í Mizpa
Les meira
Christmas Child skógvaeskjur
Les meira
Familjumøti 6. september kl. 12.00
Les meira
Tilmelding til Teenstreet í Mizpa
Les meira
Møtini í summarfrítíðini
Les meira
Breyðbróting í Mizpa 31. mai
Les meira
Mizpa letur so smátt upp aftur
Les meira
Bønarløtan apríl 2020
Les meira