Nærum 40 talur eru nú lagdar út á heimasíðuna hjá Mizpa. Hetta eru talur, ið hava verið hildnar í Mizpa gjøgnum seinastu 2 - 3 árini bæði av gestum og okkara egnu. Sagt verður, at tað, sum fyrst kemur í drag, kemur seint í lag, - og mugu vit sanna, at so er. Tað hevur ligið á láni í ov langa tíð, at fáa upptøkur kliptar til og gjørdar um til mp3-fílur. Men hetta er nú fingið frá hondini, og er ætlanin framyvir, at talur verða lagdar út so hvørt.
Talurnar ið eru lagdar út, finnur tú her:
www.mizpa.fo/talur/ymsar-talur-2018-og-2019
www.mizpa.fo/talur/ymsar-talur-2020-og-2021
Og eisini ymsar talur frá Jóhannes Evangeliinum 5, 4 og 3 sum liggja her
Og framyvir er ætlanin at leggja tær út so hvørt.
“At trúgva og liva - ella at doyggja í synd” v/ Robert Guthe (19. juni 2022)
“Sanleikin skal seta tykkum fríar” v/ Jón Jacobsen (10. juli 2022)
Sí talurnar her: www.mizpa.fo/talur/johannes-evangeliid-kap-8
Vit ynskja, at talurnar skulu verða til signing og uppbygging hjá teimum, ið lurta!
Vinarliga Mizpa