TÍÐINDI

Posta út tann:
11
05
2021

Nýggj innsavning til keyp av Miklagarði, so sleppast kann undan láni!

Góða samkoma!


Í februar var kunngjørt, at avtala er gjørd um, at samkoman í Mizpa fór at keypa Miklagarð fyri soleiðis í fyrstu syftu at tryggja sær betri umstøður til sunnudagsskúla og annað virksemi, og við tíðini eisini møguleika at byggja út.

‍Í hesum sambandið var eitt átak gjørt at savna pening, og sum lýst var tá, var ætlanin at gera eitt átak aftur í mai mánað fyri at fáa fíggjað sum mest beinanvegin, so sleppast kann undan láni.‍

Higartil eru komnar inn 317.790 kr. sum vit takka hjartaliga fyri. Tað er eitt stórt stig á leiðini.
Um vit fáa einar 200.000 kr. inn afturat, verður ikki neyðugt at taka lán.

‍Tey, ið kenna seg leidd at vera við í hesum verkið við fíggjarligum stuðli, kunnu gera tað við at flyta pening í Betri Banka:

‍Konta:  9181-1705093

Her verða, eins og vanligt er í samkomuni, allar gávur viðgjørdar í trúnaði.

‍Sum kunnugt eigur Mizpa lítið meira enn tað, sum húsið stendur á. Við hesum keypi fær Mizpa sostatt møguleikar, ið kunnu verða virðismiklir í framtíðini, um Harrin bíðar eitt sindur við at koma aftur eftir samkomu síni.‍

“Og Eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, so teir, táið liðugt er við honum, kunnu taka móti tykkum í hinum ævigum bústøðum!”  segði Jesus í Lukas 16:9. Ella sum tað verður orðað í týðingini "Nýggi Sáttmálin": “Og eg sigi tykkum: Brúkið verðslig virði til at fáa tykkum vinir, tí ein dag eru pengarnir uppi, og so hava tit hesi at taka ímóti tykkum í himli.

”‍Hetta er eitt høvi hjá okkum øllum eftir førimuni at brúka eitt sindur av okkara fíggjarligu orku at bøta um umstøðurnar í okkara andaliga heimi.

Sí PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Tilmelding til Teenstreet í Mizpa
Les meira
Møtini í summarfrítíðini
Les meira
Breyðbróting í Mizpa 31. mai
Les meira
Mizpa letur so smátt upp aftur
Les meira
Bønarløtan apríl 2020
Les meira
Vegna COVID-19, verða eingi møti og sunnudagsskúli í Mizpa
Les meira
Ungdómsmøtir 1. hálvár 2020
Les meira
Jólaskráin 2019
Les meira
Jólacafé í Mizpa
Les meira
Jólaveitslan fyri børn
Les meira