TÍÐINDI

Posta út tann:
05
03
2021

Serinnsavnan í Mizpa várið 2021

Samkoman í Mizpa hevur gjørt avtalu um at keypa húsini í Miklagarði. Avtalaði kostnaðurin er 650.000 kr. Í fyrstu syftu fær Mizpa møguleika at  hava sunnudagsskúla í Miklagarði, so sunnudagsskúlin kann býtast sundur í fleiri flokkar. Við tíðini kann møguliga verða talan um at byggja Mizpa út, men tað liggur longri frammi, og ongar ítøkiligar ætlanir eru um tað enn.
Grundøkið hjá Mizpa er lítið meira enn tað, sum húsið stendur á. Við keypinum fær Mizpa mundandi størri øki og harvið nýggjar møguleikar, tí grundøkið í Miklagarði (Matr. nr. 336b) er umleið 350 fermetrar umframt parkeringsplássið oman fyri vegin.
Í sambandi við keypið hevur Mizpa eina serliga innsavnan at fíggja keypið – í fyrstu syftu verður dentur lagdur á at fáa sum mest inn í februar mánaði. Um nakrar mánaðir verður aftur ein serlig innsavnan til endamálið.
Tey, ið ynskja at stuðla hesum keypi kunnu gera tað við at flyta pening á kontu í Betri Banka:
9181-1705093 .
Her verða, eins og vanliga í samkomuni, allar gávur viðgjørdar í trúnaði.
Vit vita, at bara nakrir fermetrar afturat gera onki uttan Harrans signing. Tí er umráðandi, at vit øll venda okkum til Harran í bøn hesum viðvíkjandi, at hann signar og gevur okkum áræði og vísdóm at gagnnýta nýggjar møguleikar.
Honum, sum mentur er at gera meira enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar – Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen
(Efesusbrævið 3:20-21)

Sí PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Tilmelding til Teenstreet í Mizpa
Les meira
Møtini í summarfrítíðini
Les meira
Breyðbróting í Mizpa 31. mai
Les meira
Mizpa letur so smátt upp aftur
Les meira
Bønarløtan apríl 2020
Les meira
Vegna COVID-19, verða eingi møti og sunnudagsskúli í Mizpa
Les meira
Ungdómsmøtir 1. hálvár 2020
Les meira
Jólaskráin 2019
Les meira
Jólacafé í Mizpa
Les meira
Jólaveitslan fyri børn
Les meira