Tíðindi frá trúboðarum

17
Dec
2020

Nú eru 5 ár liðin, síðani vit fluttu til miðstøðina at verða

Kæru náðisystkin!

At tíðin gongur skjótt, má ein sanna. 5 ár eru longu liðin, síðan vit fluttu her til miðstøðina at verða. Tað var ikki sørt, at ein stríddist við tankan tá, ikki longur at vera partur av einum ættarbólkatoymi. At hjálpa, vegleiða og læra indianaran, at síggja, hvussu onkur tók við evangeliinum , og hvussu onnur tóku smá trúðarstig. Hetta var nakað heilt serligt og samstundis gleðiligt fyri okkum. Vit takka Harranum fyri hesi árini, Hann unti okkum at verða í tílíkari tænastu við nærknýti til indianaran.  

Nurimar tænti á skrivstovuni, áðrenn vit møttust, so hjá henni var tilgongdin til skrivstovuna løtt. Eg stríddist meir við hetta skiftið. Ikki at tað er minni vert at tæna Harranum á eini skrivstovu ella á eini prentsmiðju. Eg var bara ikki vísur í, um eg kundi trívast og hava sama dirvi og gleði í hesi øðrvísi tænastu á eini skrivstovu. Fimm ár eru nú fokin framvið. Vit mugu sanna, at vit hava stórtrivist. Vit gleðast í Gudi Harra okkara hvønn dag og eru sera glað fyri at tæna Honum á henda hátt eisini. Vit eru Harranum takksom fyri hesi fimm árini her á miðstøðini. Er tað nakað, sum eg havi lært betur hesa tíðina, so er tað at síggja Harrans verk í eini størri heild, har vit øll hava leiklut í verki Hansara. “Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami”. Framíhjárætturin er okkara. Gleðin kann blíva okkara. Signingin kann eisini verða mín, um eg elski mín Gud og haldi meg til í tænastuni. “Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami”

Skúlabøkurnar, sum Nurimar hevur gjørt saman við einum trúboðaratoymi, eru nú endiliga um at verða lidnar. Vanligt tekur tað einar 3 mánaðir at gera bøkurnar, men av trupulleikanum við Covid 19 og so eisini einki flúgvarabenzin til taks, hevur hetta strekt seg til 9 mánaðir. Trúboðararnir fingu endiliga møguleika at fara inn í ættarbólkin í november. Unga samkoman hevði verið einsamøll næstan eitt ár. Samkoman helt enn fast við trúnna, men tað sást beinanvegin, at tey hungraðu eftir vegleiðing og stimbran. Ein orsøk til, at tað ikki hevði gingið so væl hjá samkomuni hesa tíðina, var, at eingin av leiðarunum dugdi at lesa. Í eitt ár høvdu álitisbrøðurnir verið bundnir av, at onkur annar las orð Guds fyri teimum. Hesin leisturin hevði ikki gingið so væl.

Skúlabøkurnar, sum vóru gjørdar, skuldu fyrst rættast og so roynast. Bøkurnar høvdu bert fáar feilir, so skjótt var farið í gongd. Ein skúlanæmingur, sum hevði verið í skúla úti í býnum, bleiv lærdur at brúka bøkurnar, og so var farið í gongd við at læra hesar brøður at lesa og skriva. Áðrenn trúboðararnir komu út í býin aftur, dugdu næmingarnir at skriva og lesa eitt sindur. Um ikki so leingi, so sita hesir brøður og systrar nokk og lesa Orð Guds og føða seg sjálvan andaliga. Harrin er náðiríkur.

Jacobo er ein av teimum ungu trúgvandi. Hann segði við Werner trúboðaran: “Hetta árið, tit ikki hava verið her, havi eg havt høvið at eygleitt samkomuna hjá okkum. Tá ið tit fóru avstað, vóru tað ymisk, sum vit hildu vera trúgvandi, men tey eru tað kanska ikki. Tey dugdu bert at siga tey røttu orðini, og so hildu vit, at tey vóru trúgvandi. Tey hava ikki skilt læruna og evangeliið rætt enn”. Jacobo fortaldi so, at hann ynskti at læra tey Orðið rætt umaftur.

Werner helt, at hann skuldi hjálpa Jacobo tann fyrsta dagin, og so lærdiJacobo fólkið sjálvur ein heilan dag afturat. Werner var heilt ovfarin, og samstundis sera glaður um støðuna. Jacobo hevði bert verið ein av mongum, tá ið trúboðararnir fóru úr ættarbólkinum fyri góðum árið síðani. Nú var Jacobo blivin ein veldigur stuðul og góður lærari til samkomuna, sum samkoman heilt víst fer at hava stóra gleði av. Vit takka Harranum fyri henda unga bróðurin.

Hesa seinastu tíðina hevur ikki verið so nógv at gjørt á prentsmiðuni. Flestu trúboðararnir sendu sínar ordrar inn fyrr upp á árið og varð alt prentað liðugt í september. Eingin er fast settur til viðlíkahald av húsunum, sum eru knýtt at miðstøðini. Tá ið onkur hevur eyka tíð, so er altíð okkurt, sum kann hampast uppá ella umvælast. Hesa seinastu tíðina havi eg (Jóhannus) so verið partur av umvælingararbeiðinum eisini.

At enda, so vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Vit takka Harranum fyri tykkum øll, fyri tykkara gávumildni og bønir. Má Harrin signa tykkum so ríkiliga.

Heilsan

Nurimar og Jóhannus F. Poulsen

Her eru nakrar myndir frá miðstøðini: Nr. 1: Jacobo, Nr. 2: Jacobo lærir, Nr. 3: Jóhannus í "action", Nr. 4: Alex og Jóhannes, Nr. 5: Werner, Nr. 6: Werner, Juan og Josuve., Nr. 7: Werner lærður

No items found.

Fleiri tíðindaskriv:

Jólaheilsan 2023
Les meira
Jólaheilsan 2020
Les meira
Tíðindaskriv mai 2020
Les meira
Tíðindaskriv juni 2019
Les meira
Jólaheilsan frá 2017
Les meira
Jólaheilsan frá 2016
Les meira
Heilsan frá Juli 2016
Les meira
Tíðindaskriv frá jan. 2016
Les meira