Tíðindi frá trúboðarum

26
May
2020

Tíðindaskriv mai 2020

Kæru náði syskin!

Eftir at Sálomon hevði hugsað leingi og væl um vísdómin, og um hvussu lívið í síni heild er samanskrúðað, so kom hann til niðurstøðu og sigur í Prædikarinum “ Fáfongd fáfongda - alt er fáfongd!.  At brúka alt lívið til stremban eftir onkrum betri, ella at hava alt gull og ríkdømi. At hava nógva viðgongd og makt. Ella tað, at vera vísari enn øll onnur. Við øllum hesum undir sínum belti, sigur Sálomon “Fáfongd!  Ein kann so spyrja seg sjálvan.  Hvat er so satt ríkidømi?   Til seinast í Prædikarinum sigur Sálomon hesi góðu orð, sum eisini samla alla bókina. Præd. 12:13 “Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.”  


Tá ið vit komu til Puerto Ordaz at arbeiða á miðstøðini, fyri nøkrum árum síðan, valdu vit at hava íbúð nær við kontórið og eisini miðbýin, har handlarnir eru. Hugsandi at so kundi eisini gangast til kontór og handil um so var.  Vit hava ikki kunna keypt benzin teir seinastu mánaðirnar her í landinum og er tað komið væl við nú, at kunna ganga til handils og onnur neyðug støð í býnum. Teir seinastu   droparnir av benzin skulu helst goymast og strekkjast til serligar   neyðstøður.


Tað hevur verið nógv at gjørt á prentsmiðjuni alt hetta árið. Serliga hevur tað verið deiligt at havt næmingar á bíbliuskúlanum at hjálpt til. Teir hava veri heilt grammir og er nógv komið burtur úr, tær løturnar, teir hava hjálpt.  Síðan Corona-smittan byrjaði, hava vit slakkaðd nógv av við printingini. Landsmynduleikarnir hava steðgað øllum arbeiði í landinum, sum ikki er bundið at heilsuverkinum ella matvøruhandlum. Papír og annað kann tí ikki keypast í løtuni. Corona-reglurnar eru eisini so, at øll skulu vera heima við hús á miðdegi. Tann, íð ikki heldur reglurnar verður koyrdur í brummuna 24 tímar. Tað er ikki at spæla við.

Nógv umvælingararbeiði er at gera á kontórinum og havi eg fingist meira við tað, nú ein ikki er á prentstøðini hesa tíðina.  


Nurimar hevur møguleika at arbeiða tað mesta heimani frá. So hjá henni er daglidagurin tann sami.  Hesa seinastu tíðina hevur hon eisini aftur havt betri stundir til lesturin av alfabetiserings-arbeiðinum til ættarbólkarnar. Enn hevur Nuri bert umsitið og vegleitt hetta økið í uml. eitt ár og er tí nógv at uppfríska og læra enn.


Bíbulskúlin hevur nú virkað her í býnum í 2 ár. Hesa seinastu tíðina hava samráðingar verið um at keypa nýggj hølir og so samstundis fáa selt gamla skúlan. Nýggju hølini eru so at siga funnin til skúlan. Men av tí, at tað hevur verið striltið við at selja gamla skúlanum, so má keypið av nýggja skúlanum eisini bíða eitt sindur longur.  Biðið við okkum at hugur kann vera á at keypa gamla skúlan. Gamli skúlin hevur nú staðið tómur í tvey ár og er trupuleikin eisini nú at halda tjóvunum úti. Hjálpi okkum eisini endiliga í bønini hesum viðvíkjandi.


Her til seinast ynskja vit at takka tykkum øllum so mangar ferðir fyri tykkara trúskap til Harran og okkum, við at stuðla okkum so væl í bønini og við gávum.  Tað er fantastist at vera langt burtur og so allíkavæl nær. Tykkara umsorgan hevur nógv virði hjá okkum.


Heilsan

Nurimar og Jóhannus F Poulsen

(niðanfyri eru nakrar myndir frá Venuzuela)

No items found.

Fleiri tíðindaskriv:

Tíðindaskriv mai 2020
Les meira
Tíðindaskriv juni 2019
Les meira
Jólaheilsan frá 2017
Les meira
Jólaheilsan frá 2016
Les meira
Heilsan frá Juli 2016
Les meira
Tíðindaskriv frá jan. 2016
Les meira