Tíðindi frá trúboðarum

1
Dec
2017

Jólaheilsan frá Nurimar og Jóhannus Frants desember 2017

Kæru náði syskin!

Job varð hart royndur. Nokk langt út um tað, sum ein hevði viljað sær sjálvum. Eftir langa royndartíð, tá ið tað tóktist at einki var eftir til ugga og troyst longur. Eftir at vinirnir eisini høvdu svikið og eingin vildi vita av honum meira. So gevur Job nøkur veldig hjartans orð í 19:25....   Men eg veit, at loysnari mín livir... Og táið henda húð mín er burturtærd, skal eg út úr holdi mínum skoða Gud,... fyri eygum mínum skal eg síggja Hann, ikki sum fremmandan – eftir tí trái eg innast inni!

t búgva í  Venezuela í dag, er ein sorgarleikur fyri mong fólk. Peningurin strekkir ikki til longur. Eingin heiligvágur er at fáa. Harðskapur og misbrúk er í veldigum vøkstri. Politiska systemið virkar ikki longur. Mong eru tey, sum leita sær til onnur lond. Nógvar familjur siga sínum kæru farvæl, vitandi um, at tey koma ikki aftur til landið at búgva. Tað eldra ættarliðið venar seg  og suffar stórliga yvir teirra stuttu framtíð, sum so er myrk og døpur.

Samkoma Guds her í landinum líður í somu truplu støðu sum øll onnur. Stríðast og strevast fyri at fáa mat til dagin.   Munurin hjá teimum er, at tey kenna Harran, og í truplu støðu síni, kunnu siga hesi somu góðu orð sum Job. Loysnari mín livir og Hann skulu vit skoða ein dag.

Sjálvt um støðan er døpur í landinum, so er Harrin sanniliga til verka.  Í fyrstu helvt av árinum gjørdist tað møguleiki fyri eitt trúboðara-toymið at flyta inn í ættarbólkin at vera. Hetta toymið hevði bíða eftir hesi løtu í heili seks ár, áðrenn hetta gjørdist veruleiki. Familjurnar Alamo og Lopez, saman við teirra fimm børnum hava nú verið inni í ættarbólkinum í meira enn hálvt ár. Í August mánaða var møguleiki aftur fyri einum øðrum toymi at flyta inn í Jodi ættarbólkin.  Tað er gleðiligt at síggja Harran lata dyr upp aftur fyri verkinum, har tað var sperrað fyri í mong  ár.

Teir seinastu mánaðarnar hava vit gjørt nógvar bøkur, og serliga til Piaroa ættina. Ynskiligt er at prenta teimum 7000 bíbliur og sangbøkur afturat tey næstu 3 árini. Enn eru nógv av teimum trúgvandi í hesum ættarbólkinum, sum ikki hava bíbliu, og ynskja vit, at tey sum skjótast, eisini skulu kunna lesa Orð Guds úr egnu bíbliu.

Vit hava eisini prentað nógvan lesnað til Pume, Maco, Panare og Maqueritare fólkið hetta árið. Sjálvt um trúboðaranir ikki sleppa at vera inni í ættarbólkinum og virka sum fyrr, so gleðast vit yvir, at umsetingararbeiðið er fult í gongd úti frá býnum av. So skjótt, sum onkur bók er liðug umsett, so prenta vit bókina og geva hana víðari til brøðurnar inni í ættarbólkinum.

5 ára uppihaldsloyvið hjá mær skal nú aftur leingjast um miðan Januar. Biðið fyri at papírarbeiðið kann gangast væl.  Nýggj pass hava ikki verið givin út til fólkið í longri tíð. So er at vita, hvussu er við at fáa nýtt visum!! Biðið endiliga.v

At enda - so vilja vit so gjarna eisini takka tykkum øllum so mangar ferðir fyri tykkara part í verkinum her yviri. Mong av tykkum hava stuðla og biðið fyri okkum í mong mong ár.  Vit gleðast stórliga um tykkum og lyfta tykkum fram fyri Harran í bøn og tøkk.  Má Harrin signa tykkum øll ríkliga.
Gleðilig Jól og gott Nýggjár.

Ynskja.
Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen

Myndir frá Venuzuela
No items found.

Fleiri tíðindaskriv:

Jólaheilsan 2023
Les meira
Jólaheilsan 2020
Les meira
Tíðindaskriv mai 2020
Les meira
Tíðindaskriv juni 2019
Les meira
Jólaheilsan frá 2017
Les meira
Jólaheilsan frá 2016
Les meira
Heilsan frá Juli 2016
Les meira
Tíðindaskriv frá jan. 2016
Les meira