Tíðindi frá trúboðarum

2
Dec
2016

Jólaheilsan frá Nurimar og Jóhannus Frants desember 2016

Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Jóh. 1,14

Kæru syskin  í Harranum!

Støðan er her í landinum
Tá ið fólk til tíðir spyrja, hvussu støðan er her í landinum,  so er nóg mikið bert at minnast, hvat fór fram í seinastu viku. Her er so nógv politist óskil, at fólk eru vorðin rættuliga óð og í villareiði.   Seinastu tíðina hava fólk roynt at hildið uppá reiðan pening, tí røðirnar í bankunum hava verið ovurhonds langar.  Tað elektroniska virkar so illa, og tí er neyðugt við kontantum peningi eisini.  
Upp undir jól kom forsetin við tíðindum um, at tann reiði peningurin nú skuldi lætast inn í bankan tí aftaná fimm dagar, fór peningurin einki virði at hava. Um ein kann siga: “Heimagjørt kaos” so var hetta tað.  Rættuligt óskil gjørdist á gøtuni. Innrás og herverk hava verið í hundraðtals handlum, og fólk eru deyð.  Eisini var eldur settur á fleiri bankar.  Ringt er at siga, hvat í framtíðin verður fyri hetta landið. Nógv fólk hava tað nú rættuliga vánaligt.  

Aðra íbúð
Eftir bert seks mánaðum, máttu vit aftur út á gøturnar at leita okkum eftir aðrari íbúð.  Vit fingu 3 mánaðir til at finna íbúðina. Av tí at støðan er so ring í landinum,  leiga fólk ikki út til fremmandafólk. Men við góðari hjálp frá nógvum brøðrum og systrum her í býnum, funnu vit enduliga eina íbúð nær við kontórið og prentstøðina hjá okkum. Tað er kærkomið at hava góðar brøður og takka vit Harranum fyri øll hesi, sum hjálptu okkum so væl.

Bíbliu- og málskúlin
Fyrru hálvu av desember mánð var eg einsamallur heima. Nurimar skuldi til bíbliu- og málskúlan, sum liggur heilt vestri í landinum. Tann sum vanliga gevur hetta málskeiðið til næmingarnar, ynskir nú at handa skeiðið yvir til Nurimar. Nurimar skuldi so hesa ferð partvís læra og verða lærd, soleiðis at  í framtíðini kann hon sjálv undirvísa næmingunum.

Hvussu ofta eri eg ein samariubúgvi?
Eg bleiv uppringdur nú ein dagin, sum eg koyrdi heim frá loknum arbeiðsdegi. Tann sum ringdi til mín, segði at hann var upptikin, og tí ikki kundi fara at hjálpa.  Uttan at vita hvat var galið, koyrdi eg til plássið.  Eg sá beinanvegin, at hetta vóru Piaroa Indianarar, sum høvdu brúk fyri hjálp.  Bilførarin segði mær, at teir høvdu koyrt leingi og langt og høvdu koyrt í fleiri stór hol sum vóru á vegnum og sum gjørdu at tvey dekk blivu oyðiløgd. Teir høvdu onki eyka hjul, so har stóð illa til.

Tað var longu skýming  og øll verkstøð og handlar  vóru stongdir. Einki dekk var til láns heldur.  Gøtan, har bilurin var strandaður, var tiltikin fyri tjóvarí. So nú mátti handlast skjótt. Eitt hotel var longur niðri á gøtuni. Og var besta loysnin at fáa bil og fólk inn á hotellið fyri náttina.” Vit hava ongar pengar eftir” var sagt. “So má eg nokk betala” segði eg  “ Vit hava heldur einki etið í allan dag”. “Ílagi” segði eg, “eg skal orna fyri at tit fáa at eta á hotellinum”. “Vit kenna ongan her í býnum. Hvør skal hjálpa okkum við at fáa onnur dekk?” søgdu teir. “Ok, segði eg, “í morgin skal eg keypa tykkum tvey brúkt dekk, so tit kunnu koma heim í øllum góðum”. Teir vóru frá Amazonas statinum, tætt við Puerto Ayacucho, har sum eg búði fyrr.  

Næsta dagin hevði eg høvið at taka teir við mær á prentstøðina, har í vit júst gera Piaroa bíbliuna. Hesir menn vóru nokk ikki trúgvandi. Men vóru teir ikki sørt ovfarnir, at síggja so nógvar bíbliur verða prentaðar á teirra egna máli. Teir kendu til trúboðaranar, sum høvdu arbeitt við teirra fólkið longur niðan við ánna, har teir búðu. Vónandi ein dag, so kunnu hesir menn eisini lesa sína Piaroa bíbliu.

Hendan vikan upp undir jól, hevur verið heilt serlig. Ikki sørt at eg havi veri rørdur, nú síðsta hond hevur verið løgd á bíbliuna til Piaroa fólkið. Sanniliga ein super góð jólagáva at kunna handa til hesar kæru brøður og systrar. Gleðist saman við okkum yvir allar hesar bíbliur, sum nú vera førdar niðan ánna, til hesi náðisyskin.  Biðið at Orðið vil bergtaka, hava kraft, geva gleði og endurnýggjan.  Ynski er eisini at mong  skulu koma at kenna Frelsasran.

Jól við familjuni hjá Nurimar
Vit hava havt tað gleði at hava familjuna hjá Nurimar her saman við okkum á jólum. Vit síggja familjuna vanligt bert einaferð um árið, so hugnaligt er tað, tá ið tílíkt høvið finst at vera saman eina tíð. Vit vilja ynskja tykkum øllum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað Nýggjár.

Tøkk
Harrin signi tykkum øll. Og takka vit so hjartaliga fyri tykkara felags hond í verkinum her.  Takk fyri gávur, sum tit geva og allar tær bønir tit senda upp til Harran okkara vegna. Túsunn takk fyri.

Kærastu heilsanir.
Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen

No items found.

Fleiri tíðindaskriv:

Jólaheilsan 2023
Les meira
Jólaheilsan 2020
Les meira
Tíðindaskriv mai 2020
Les meira
Tíðindaskriv juni 2019
Les meira
Jólaheilsan frá 2017
Les meira
Jólaheilsan frá 2016
Les meira
Heilsan frá Juli 2016
Les meira
Tíðindaskriv frá jan. 2016
Les meira