Tíðindi frá trúboðarum

2
Jun
2019

Tíðindaskriv frá  Nurimar og Jóhannus Frants juni 2019

Kæru náði syskin!
Tá eg heilsi uppá fólk her í landinum og man spyr hvussu ein hevur tað? So er svarið ofta soleiðis frá trúgvandi fólki. “Va mal pero estamos bien” “Tað gongst illa, men eg havi tað gott”. Meint soleiðis, at lívið er trupult og strævið, ringt at fáa endarnar at røkka saman, men samstundis sum tað tímiliga er dapurt, so havi eg tað gott andaliga í Gudi mínum.
Fil 4: 4-7 Sigur tað so gott.  Gleðist í Harranum, altíð.  Eg skal ikki stúra. Eg skal biðja til Gud við tøkk.  Og so sigur  v7 hetta undurfulla.  So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu tykkara í Kristi Jesusi.
Dugi eg at liva gott og stilt inni hjá Gudi, sjálvt um tað buldrar uttanfyri?

Støðan í landinum gongur so líðandi aftur eftir bakka. Serliga hevur tað verið torført at fáa bensin seinastu tíðina. Tá ið fyllast skal á bilin,  er neyðugt at fara í kø 2-3 dagar áðrenn ein kemur fram til pumpuna. Fólk hava borð og stólar við í køina, so tey kunnu hava eitt sindur av hugna í meðan bíðað verður.

Hetta, at lítið bensin er; hevur eisini darvað flogferðslu inn í skógina nógv.  Av trygdaráðum er Sanoma toymið tikið út úr ættarbólkinum og mugu vera í býnum inntil støðan við brennievni batnar.

Fyri góðum ári síðan, var evangeliið á fyrsta sinni boðað Sanoma fólkinum.  Vit gleðast stórliga um hendan lítla nýggja flokk, sum verður lærdur upp í Kristusi. Men nú einki bensin er, og trúboðarnir eru noyddir at vera úti í býnum, so má henda lítla nýggja samkoma standa sína fyrstu roynd.

Bert eitt ára gamlir í trúnni, eru Sakoma, Eliel, Pedro, Ángel og Fernando, settir við at læra samkomuna, nú trúboðararnir ikki eru inni í bygdini. Mitt í viku endurlæra hesir brøður fólkið. Frá skapan til Kristus. Og so Leygardagar savnast tey trúgvandi eisini at lesa og tosa um Ápostlasøguna.

Nurimar er í Peru hendan mánaðin, og so longu aftur í August, skal hon eisini vera nakrar vikur í Bolivia. Hetta er í samanhangi við, at læra seg betur í verkinum sum ráðgevi í Alfabetisering til ættarbólkarnar. Tað er umráðandi at grundarlagið og uppbygging av fyrstu læruskúlabókunum til ættina eru væl gjørdar. Nurimar skal komandi árini hjálpa trúboðarunum her við hesum, tá tørvur er á tað.

Sanoma toymið er júst nú byrjað at gera fyrstu bøkurnar. So tá ið Nurimar er heimaftur komin, skal hon hjálpa toyminum.

Hesa seinastu tíðina hava nógv fólk frá samkomunum verið til verka her á prentstøðini. Tað er deiligt at fólk ynskja at hjálpa tá ið á stendur. Deilig tíð eisini til mong góð prát og uppmuntran til misjón. Við nógvum fólki til verka, hava nýggju prentararnir, sum vit keyptu, orduliga fingið toyggið.

Prentað hevur verið út í eitt í fleiri vikur.  Piaroa samkomurnar skulu hava sína árligu samfelagsstevnu og hava tey ynski at hava bókina, Evangeliið eftir Lukas og Jóhannus lidna til stevnuna. Bókin er nú liðug og send avstað. Bilur bleiv leigaður til 1100 km. langa teinin til Puerto Ayacucho.  Indianararnir føra so sjálvir bøkurnar niðan ánna, har sum stevnan verður hildin.

Bilarnir her eru ikki altíð í so góðum standi. Fyrsti bilurin sum bleiv leigaður fekk motorskaða tíðliga á  ferðini. Í meðan alt var lossað yvir á annan bil og bíða varð eftir morgni, høvdu tjóvar rænt eskjur av bilinum. Tí betur høvdu tjóvarnir opnað eskjurnar á staðnum, og at síggja at fongurin bert vóru bøkur skrivaðar á ókendum máli, so høvdu teir einki tikið við sær. Vit takka Harranum fyri tað. Seinri bilurin kom so fram í øllum góðum.

mit ynskja til seinast at takk tykkum fyri allar forbønir og stuðul á so mangan hátt. Vit eru eyðmjúk og samstundis errin av hvussu væl tit standa saman við okkum í her verkinum.  Má Harrin ríkliga signa tykkum.

Heilsan

Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen

Her eru nakrar nýggjar myndir úr Venuzela:
No items found.

Fleiri tíðindaskriv:

Jólaheilsan 2023
Les meira
Jólaheilsan 2020
Les meira
Tíðindaskriv mai 2020
Les meira
Tíðindaskriv juni 2019
Les meira
Jólaheilsan frá 2017
Les meira
Jólaheilsan frá 2016
Les meira
Heilsan frá Juli 2016
Les meira
Tíðindaskriv frá jan. 2016
Les meira